Ongi úrslit

Sleppur ikki at varðhaldsfongslast heima

Hann vil vera heima hjá familjuni

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Sonur krúnprinsessu Mette Marit, 29 ára gamli Marius Høiby bað rættin lata seg varðhaldsfongsla heima hjá mammu síni. Hettar bæði tí hann heldur lítið um viðurskiftini í fongslinum, og eisini at hann vil vera nær við familju og vinir.

- Eg havi onkran í míni nærmastu familju, sum hevur eina sjúku, sum ger vitjanir í fongslnum, ja eg veit ikki, hvørji orð eg skal brúka, men tað ger tað eitt sindur truplari, enn um eg hevði verið heima, segði hann.

Eisini kritiserar hann luftgóðskuna í fongslinum.

Mikudagin avgjørdi landsrætturin í Oslo tó, at Marius ikki fær loyvi at varðhaldsfongslast við fótleinkju í Skaugum, sum hann annars hevur biðið um at sleppa.

Oslo fengsel sigur at vitjanarrúmini eru í góðum standi. Tey vilja ikki svara um luftgóðskuna.

Verjin hjá Marius fer at kæra avgerðina.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Nógv færri hjún í Føroyum skiljast

15 tímar síðan