Hesi seinastu árini hevur talið á pørum, sum verða gift, mest sum staðið í stað. Men hinveigin vóru tað nógv færri hjúnarskilnaðir í fjør enn tað hava verið.'
Hagstovan sigur´, at í fjør gingu 251 pør saman í hjúnalag og 33 hjún skiltust. Tað er lægsta talið á hjúnaskilnaðum hesi seinastu umleið 25 árini.
Talvan vísir, hvussu nógv pør eru gift, og hvussu nógv eru skild hesi seinastu árini
Nú í fleiri ár hevur talið á vígslum ligið um 240 - 260 um árið og hjúnaskilnaðirnir hava ligið um 60 - 90 um árið, men í fjør fall tað so heilt niður á 30 hjún, sum skiltust.
Tað árið, flest pør vórðu gift, var í 2006, tá ið 270 pør gingu saman í hjúnalag. Og árið við met nógvum hjúnaskilnaðum, var í 2008, tá ið 131 hjún fóru hvør til sítt.
Annars eru tað 54,3 av øllum føroyingum, sum eru ógiftir.