Ongi úrslit

Sleppa aftur á Føroyabanka í ár

- Men treytirnar verða ikki tær somu sum í fjør

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 18:08

Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur Føroyabanka at fiska í ár. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann arbeiðir nú við at seta eina kunngerð í gildið um hetta - men treytirnar í ár verða øðrvísi enn í fjør. Tað merkir, at útróðrarbátarnir fara at fáa lutfalsliga fleiri dagar, enn teir høvdu í fjør, og línuskip fara at fáa lutfalsliga færri dagar. Samstundis er tað ein treyt, at línuskip sleppa bara á Føroyabanka eftir hálvan august.

Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er eisini broytt. Í ár verður atgongdin avmarkað, so at tað eru teir bátarnir, sum rógva mest út, ið sleppa á Bankan.

Fyri at fáa loyvi at sleppa á Føroyabanka, skal báturin hava avreitt fyri minst 500.000 krónur í minst einum av teimum seinastu trimum árunum.

Bátar, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í ár, skulu søkja Vørn um fiskiloyvi.

Í fjør fiskaðu útróðrarbátar undir 15 tons av felags fiskidøgum uttan nakrar avmarkingar. Hetta verður nú broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.

Sum nakað nýtt verður ásett, at allur fiskur av Føroyabanka skal seljast á góðkendari uppboðssølu í Føroyum. Hetta verður gjørt, fyri at tryggja, at fiskavirkini í Føroyum sleppa framat fiskinum av Føroyabanka.

Sum tað liggur í kortunum nú, verða tilsamans 330 fiskidagar á Føroyabanka í ár. Hetta er meira enn teir 200 dagarnir, ið Havstovan mælir til. Mett verður kortini ikki, at hetta ger, at veiðitrýstið á Bankanum verður samsvarandi størri, ella at tað fær avleiðingar fyri stovnin á Føroyabanka.

– Ein orsøk er, at í ár verða lutfalsliga fleiri dagar latnir útróðrarbátum. Hesir bátar draga vanliga ikki líka nógvar húkar hvønn fiskidag sum línuskip. Ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti er tí ikki líka effektivur sum hjá einum línuskipi, sigur Dennis Holm í tíðindaskrivi.

Harafturat telur tíðin, tað tekur at sigla út og inn av Bankanum, við, tá ið fiskidagarnir hjá línuskipum, og teimum størru útróðrarbátunumm verður gjørt upp. Hjá bátum undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag.



Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14