Nú skal ein kanning setast í verk fyri at vita um tørvur er á skúleheiminum í Marknagili yvirhøvur. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Skúlaheimið í Marknagili hevur verið nógv umrødd, tí at næmingarnir føla seg illa viðfarnar. Felagshøli eru stongd, vakmyndatól eru sett upp um alt heimið, tørvur er á umvælinum, og leigan hækkar 1000 krónur um mánaðin -samstundis sum at næmingarnir ikki sleppa at vera á heiminum um vikuskiftini
Tað fekk Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at reisa málið politiskt og tí hevur hon spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við støðuna.
Hann sigur, at hann hevur sett eina kanning í verk fyri at lýsa tørvin á einum skúlaheimi. Avgerð er tí tikin um, at leigan ikki skal hækka, fyrr enn kanningin er liðug.
Kanningin skal eisini meta um, antin talan skal vera um eitt skúlaheim, ella okkurt annað slag av bústøðum. Og tá úrslitið fyriliggur, verður avgerð tikin um, antin talan framhaldandi skal vera um eitt skúlaheim, sum ella um bústaðir, sum kanska Bústaðir fara at umsita.
Tað er Glasir, sum umsitur Skúlheimið og tey hava kunnað um, at øll vakmyndatólini á ganginum, har kømur eru, eru tikin niður, so nú eru átta vakmyndatól eftir við inngongdirnar.
Glasir hevur sent Dátueftirlitinum fráboðan um hetta, og tey arbeiða við málinum í løtuni.
– Vakmyndatólini eru ikki tikin í nýtslu, og verða ikki tikin í nýtsla fyrr enn Dátueftirlitið hevur avgreitt málið, sigur Bárður á Lakjuni.
Glasir hevur víst á, at høvuðsendamálið við vakmyndatólunum er fyri trygdina hjá næmingum, starvsfólki og ognum. Og nú skal Dátueftirlitið meta um, antin tað er nóg góð orsøk at seta vakmyndatólini upp.
Annars hava næmingarnir tikið stig til at seta eina samstarvsnevnd á stovn og hon er mannað við búfólkum á Skúlaheiminum, næmingaráðnum og leiðsluni á Glasi.