Eisini í gjár var løgreglan úti um seg og kannaðu ferðsluna. Og tey vóru víða um, heilt úr Suðuroy til Runavíkar.
Í Runavík fingu tvey fólk - í sama bili - 1.000 krónur í bót í part fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Í Norðskála vórðu fýra bilførarar tiknir. Ein bilførari fekk 1.000 krónur í bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Har vórðu eisini tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Ein fekk bara bót, men tveir mistu koyrikortið fyri at koyra ávikavist 87 og 88 á einum strekki har tað bara er loyvt at koyra 60.
Og í Suðuroy varð ein bilførari tikin fyri at koyra minst 104 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eisini klipp í koyrikortið
Løgreglan var eisini á Sandi og har varð ein tikin fyri at koyra stórt prutl, uttan at hava koyrikort til tað - og uttan at vera í hjálmi.