Ongi úrslit

Skrivaði Putin tíðindini í útvarpinum?

Tú undrast, tað gjørdi eg eisini í morgun, mátti lurta umaftur eftir morguntíðindum útvarpsins.

Jenis av Rana, valevni fyri Miðflokkin
4 tímar síðan

Søgurnar úr útlondum vóru tríggjar. Fyrsta var ein ávarandi søga frá Fjarskiftiseftirlitinum, fregnartænastuni hjá “danska”politinum og  frá “donsku” verjuni Hesi ávarða okkum um vandan fyri uppílegging frá “fremmandum maktum” í føroyska valið- sera aktuelt og forvitnisligt, helt eg.

Men eg gjørdist klókari

Men eg gjørdist klókari, og ikki sørt kløkkur av næstu søguni. Hendan var bygd á frágreiðing frá felagsskapinum” Nordic Safe Cities”, ið er staðsettur í “Copenhagen og Oslo”. Hesi vísa á amerikumenn sum stóru fíggindar okkara. Grundgivið verður við ávirkan amerikumenn á grønlendska valið. 

Eitt kærkomið wake-up call

Eitt ávarðingarróp frá amerikanska forsetanum vakti danir úr djúpum svøvni. Hálvvaknaðir hildu teir, kropp á kroppi, á “pílagrímsferðir” til gloymda landið, Grønland. Við sær høvdu teir nærum óavmarkaðar peninganøgdir, umframt umberingar fyri bæði eitt og annað- drivnir av áralangari ringari samvitsku.

Hetta wake-up kallið frá amerikumonnum, verður í dag skýrt sum eitt álop á fólkaræði. 

Góðan morgun útvarp Føroya!

Kaja Kallas

Sum prikkurin yvir i’ið kom so dagsins boðskapur frá Eslendska uttanríkisstjóranum í ES, Kaju Kallas, sum sigur seg halda:

  • at USA roynir at skapa sundurlyndi og spjaðing í Evropa og gera ES veikari.

  • at tað er av týdningi, at fólk skilja, at USA týðiliga vil skapa spaðing í Evropa. 

  • at USA dámar ikki ES, 

  • at ES-londini eiga at standa saman móti USA, tí eimum dámar ikki, at vit standa saman.


Nei, tíverri hevur Putin annað at gera


Nei ikkki er Putin settur í starv í Kringvarpinum, hann hevur enn úr at gera við at oyða mannalív. 

  • Umleið 1000 av egnu soldatum sínum hevur hann sent í deyðan hvønn einasta dag seinastu trý árini, samanlagt fleiri enn 1. Mió. Harumframt koma tey túsundatals óseku civilu í Ukraina

  • Og umframt hetta stríðist hann við andstøðupolitikarar sínar. Nøkur verða varpaði út gjøgnum háhúsvindeygu (gjarna í sjúkrahúsum), onnur doyggja í flogvanlukkum og uppaftur onnur verða eitraði runt allan heim.


Nú mundi eg gloymt.

Orsakað, nú mundi eg gloymt at nevnt, at eg fari at gera sum útvarpstíðindini bóðu meg gera, eg fari at: 

  • at vera árvakin og brúka vit og skil, og ikki trúgva øllum, tú sært á netinum. 

  • og kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57