Ongi úrslit

Skógvar og gras!

Birita Lamhauge Jóansdóttir, Valevni fyri Fólkaflokkin.
26. mars kl. 09:00

Nógv hevur verið sagt um Fólkaflokkin og rættin at ganga í haganum. Og mestsum er ferðavinnan og bøndin vorðin fíggindar. Hetta eigur ikki at vera so. Vit kunna bæði hava skilagóða ferðavinnu og virðing fyri okkara bøndrum – sum geva okkum heimsins besta lambskjøt.

Bæði bóndin og ferðavinnan ríkar okkum. Ferðafólk siga ofta, at vit hava heimsins vakrasta land og at fólkið er óvanliga gestablítt. Hetta er gott at fáa at vita og hetta muga vit halda fast í. Flest av okkum vilja eisini ferðast og vera móttikin væl, har vit fara.

Okkara fantastiska matstovuvinna er eisini tætt tengd at ferðavinnuni og vit hava matstovur í heimsklassa, sum nógv ferðafólk við gleði njóta. 

Ein dagin sá eg eitt skeltið við Hotel Føroyar, ið segði, ”grasi er til seyðin, og gøtan er til tín”. Sjálvandi skula vit virða seyðin, hann er okkara sigursteinur og yndisføði – og ferðafólk nýtast ikki ganga allastani. Vit skulu gera góðar og tryggar gøtur at ganga á, so hagafuglur og seyður fáa frið – og bóndin virðing. 

Ferðavinnan skal skipast í samrá við fólk á staðnum og við viðring fyri seyði, og øðrum djóralívð. Og sjálvandi má bøndin hava okkurt at skula hava sagt á egnari jørð. Og NEI, Fólkaflokkurin fer ikki at fora fólkið at ganga í haganum. Hinvegin er traðkaða grasið nógvastaðni nokk so mórut – tað er keðiligt fyri øll.


Birita Lamhauge Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin. 


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01