Nú verður ikki leingi, so sleppa kommunur at krevja pengar frá bilførarum fyri at parkera.
Hetta er eitt gamalt ynski frá nøkrum kommunum, serliga Tórshavnar kommunu.
parkeringsviðurskiftini eru vánalig í miðbýnum í Havn og hóast býráðslimir hava tosað um hetta hesi seinastu nógvu árini, er lítið og einki hent - og samstundis er bilatalið fleirfaldað.
Samstundis eru tað eini 15 ár síðani, at Tórshavnar Býráð fór at seta ynski fram um at fáa eina skipan við gjaldsparkering, so at bilførarar skuldu rinda fyri at parkera.
Síðani hava øll býráðini sett sama ynskið fram. Alt hevur kortini verið til fánýtis, tí tað krevur, at Løgtingið samtykkir tað, men higartil hevur politiskur meiriluti ikki verið fyri tí.
Men nú er vend komin í. Aksel V. Johannesen sigur, at Landsstýrið arbeiðir nú við eini skipan um gjaldsparkering.
– Ferðslutrýstið økist støðugt, og tað hevur við sær, at eftirspurningurin eftir parkeringsplássum økist - og tá kann gjaldsparkering vera eitt gott amboð, segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni í gjár.
Hann sigur, at uppskot um hetta verður væntandi lagt fyri Løgtingið í vár.
Tað eru fleiri endamál við at fáa eina skipan við gjaldsparkering.
Eitt endamál er at stýra ferðsluni og at hava betri tamarhald á, hvar bilførarar parkera.
Eitt annað endamál er at eggja fólki at brúka Bussleiðina, sum er ókeypis, heldur enn at fara í bili og tað hevði minkað um talið á bilum í býnum.
Og eitt endamál er eisini at seta inntøkurnar frá parkering í ein grunn sum skal brúkast til at útvega fleiri parkeringspláss.