Ongi úrslit

Skipið er leyst aftur

Myndugleikarnir fyri Suesveitina boða nú frá, at skipið er leyst aftur

Sigurjón Einarsson
9. sepember 2021 kl. 14:50

Fyrr í dag rendi eitt skip, skrásett í Panama, seg fast í Suesveitina, men steðgurin á landi gjørdist ikki so langur hesa ferð.

Tí nú boða myndugleikarnir fyri Suesveitina (The Suez Canal Authority, red.) frá, at bingjuskipið er leyst aftur.

Tað skrivar myndugleikarnar fyri veitina í einum tíðindaskrivi, sambært Reuters.

Coral Crystal, ið er skrásett á Panama, kom sær í trupulleikar á veg suðureftir í veitini, men skipini, sum sigldu aftanfyri Coral Crystal kundu halda leiðina fram gjøgnum eina minni veit við síðuna av. Annars var ein lítil steðgur í, men nú skipaferðslan vanlig aftur.

Hesa ferð spældi tað væl av, men í mars í ár var ein ordans proppur í Suesveitini, tá Ever Given sigldi á land og steðgaði allari skipaferðslu í veitini í seks dagar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

10 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00