Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, og borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, hava í dag skrivað undir skeyti fyri matrikul í Miðvági.
Fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum fáa nú bygt eitt nýtt sambỳli.
Almanna- og Mentamálaráðið sigur at við støði í frágreiðingini “í góðum hondum”, er talan um eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um bú- og tænastutilboðini kring landið.
Til ber at geva fólki við serligum tørvi góðar karmar og eitt virðiligt og fjølbroytt lív.
Samstundis royna tey at loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Eirikur í Jákupsstovu fegnast um, at arbeiðið í Vágunum nú av álvara kann fara í gongd.
Eisini gleðist hann yvir tað góða samstarvið, sum hevur verið við kommununa
-Tørvurin er greiður, og við hesum taka vit enn eitt fet í tilgongdini at skipa bú- og tænasturnar á almannaøkinum betur, so at bæði hús- og starvsfólk fáa góðar umstøður at virka og liva í, sigur landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu
Lendis- og skipanarætlan fyri økið verður boðin út í næstum.