Ongi úrslit

Skeiv vegaskelti ørkymlaðu bilførarar

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Í hesum døgum eru tey í ferð við at gera ábøtur á vegin Millum Fjarða.

Í tí sambandi vórðu skelti sett upp sum skuldi vegleiða ferðsluna eftir strekkinum har vegaarbeiðið er.

Men úrslitið var, at skeltini villleiddu bilførarar meiri enn tey vegleiddu, tí bæði eystan fyri vegaarbeiðið, og vestanfyri, vístu skeltini, at bilarnir høvdu framíhjárætt at koyra - og so væntaðu bilførarar sjálvsagt, at hinir bilførarar skuldi halda aftur fyri mótkoyrandi ferðslu.

Løgreglan sigur, at tey fingu boð um hetta frá einum bilførara, sum kom koyrandi eftir strekkinum - men sum helt, at førarin á einum mótkoyrandi bili var í so framligur, tí hann hevði hug at troka seg ígjøgnum.

Men tá ið hann var farin framvið, sá hann, at skelti vísti, at hann hevði eisini framíhjárætt at koyra.

Løgreglan sigur, at tey, sum standa fyri vegaarbeiðnum fingu sostatt boð um at fáa skeltingina í rættlag.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

13 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20