Ongi úrslit

Skattafrí virðisbrævakonto.

Føroyingar skulu, eins og í grannalondum okkara, hava møguleika fyri at upprætta sær eina skattafría virðisbræva konto.

Erhard Joensen, valevni fyri Sambandsflokkin
Í gjár kl. 12:00

Í okkara grannalondunum er áhugin fyri hesum íløgu møguleikanum sera stórur og vaksandi. 

Sum dømi kann nevnast, at í Danmark er tað nú útvið 700.000 sokallaðar “Aktiesparekontoir” upprættaðar, og bara í 2025 vóru heili 170.000 nýggjar kontoir upprættaðar.

Fyrimunurin við hesum møguleikanum er, at tey sum upprættað eina slíka konto, gjalda ein lægri skatt av vinninginum enn vanligan kapitalvinningsskatt. 

Okkara ætlan er, at skipanin skal verða umsitingarliga einføld. Tað skal ongin skattur gjaldast av vinningi ímeðan peningurin stendur á virðisbræva kontoini. 

Harvið kann man keypa og selja partabrøv, uttan at gjalda skatt av vinninginum, so leingi sum persónurin ikki tekur pengar út av virðisbræva kontoini 

Um persónur tekur pening út av virðisbræva kontoini og viðkomandi hevur vinning, skal kapitalvinningsskattur gjaldast, men hetta verður ein lægri skattur enn vanligur kapitalvinningsskattur. Okkara uppskot er, at skatturin á hesi serligu virðisbræva konto verður ásettur til 18 % í mun til núverandi galdandi kapitalvinningsskatt á 35%.

Av tí at hendan skipanin gevur ein skattafyrimun, verður mest loyvda inngjald á hesa konto avmarkað til í mesta lagið 250.000 krónur.

Hugsanin aftanfyri hendan møguleikan er, at í størri mun eggja fólki at spara upp pening við at gera íløgur. Serliga ung fólk, og ikki minst ungar kvinnur, sum sambært hagtølunum í alt ov lítlan mun gera íløgur í virðisbrøv.

Eisini er tankin aftanfyri uppskotið, at fremja eina virðisbræva mentan í Føroyum, sum uppá sikt kann hava stóran týdning fyri tann einstaka, vinnuna og alt samfelagið.


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30