Ongi úrslit

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum

Hans Pauli á Bø skoraði bæði málini hjá EB/Streymi, sum vann 2-1 á Skála

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Tað gongur ikki væl hjá uppflytarunum á Skála. Í kvøld løgdu teir rygg til 2-1 heimatap ímóti EB/Streymi. Harvið hevur Skála, nú tað eru farin fýra umfør, framvegis ikki vunnið stig í ársins landskapping.

Eftir ársins fyrsta sigur hevur EB/Streymur fýra stig.

Heilt stóri maðurin undir Mýruhjalla í kvøld var Hans Pauli á Bø. Tað hevur ongantíð verið ivi um evnini at spæla fótbólt hjá Hans Paula, sum er sonur EB/Streyma legenduna Egil á Bø, sum fyrru árini var málsøkin álopsspælari og síðani tryggur stýrimaður í verjuni.

Men skaðar hava aftur og aftur havt við sær, at Hans Pauli ikki hevur víst tað, sum býr í honum.

Í ár hevur hann higartil verið væl fyri, og í kvøld var hann avgerandi, tá ið EB/Streymur vann 2-1.

EB/Streymur hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, og tað var týðuligt, at Sigfríður S. Clementsen hevði givið sínum monnum boð um, at teir skuldu royna seg við langskotum, tá ið møguleikin beiðst.

Í 12. minutti sprakk bólturin eftir nærdyst mitt fyri til Hans Paula, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin dygst undir samankomingini og upp í nettakið aftanfyri Hans Jákup Arngrímsson í Skála málinum, sum ongan møguleika hevði at bjarga.

Og í síðsta minutti undan steðginum var Hans Pauli aftur upp á spæl. Heimaliðið misti í uppspælinum á egnari hálvu í høgru. Hans Pauli fekk fatur á bóltinum, og úr 22 metrum smekkaði hann til, og bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunetið.

Bara einaferð áður hevur Hans Pauli, sum í dag var fyri 40. ferð í landskappingardysti í bestu deildini, skorað mál í fremstu røð. FaroeSoccer veit at siga, at hann skoraði 25. juni í 2023, tá ið EB/Streymur tapti 2-1 í Gundadali ímóti B36.  

Skála royndi at leggja trýst á undan vindinum, men fyritreytirnar versnaðu nógv, tá ið Teitur Poulsen tíggju minuttir eftir steðgin sá gula kortið fyri aðru ferð, og Skála harvið var undirmannað í 35 minuttir.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist tað Skála at minka um munin til 2-1. Málskjútti var miðverjin Markus Hellisdal, og uppleggið átti Simon Jørgensen við frísparksframlegging úr vinstru.

Eftir hetta tunga tapið er næsta avbjóðingin hjá Skála leygardagin á útivølli ímóti B36.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

Í gjár kl. 09:39