Fimm ár eftir minkamálið frá 2020, har umleið 15 milliónir minkar vóru slaktaðir, skal Mette Frederiksen tann 22. oktobur standa skúlarætt og svara fyrispurningum um málið.
Nýggjir upplýsingar eru komnir fram, har higartil ókend skjøl vísa, at tá FE (danska verjufregnartænastan) søgdu at teir høvdu gjørt hvat teir kundu, fyri at endurskapa sms- boðini hjá Mette og hennara starvsfelagum, men at tað ikki bar til, so passaði tað ikki.
Upplýsingarnir sum nú eru komnir undan kavi, hava fingið fleiri at halda at tað var tilætlað svik.
Mynd: Jens Dresling
Mette skal tí, saman við løgmálaráðharra sínum, Peter Hummelgaard, svara bráðfeingis fyrispurningunum frá andstøðuni.
Alla vikuna hevur Mette Frederiksen sagt “ongar viðmerkingar”, tá pressan hevur spurt um málið. Men 22. oktober klokkan 13 verður hon noydd at svara.
Hetta skrivar SE OG HØR .
Rættarábyrgdin í minkamálinum er sett at ganga út 4. november, so tað er í síðstu løtu at tað verður tikið uppaftur.
Hettar málið hevur plágað stjórnina síðani 2020, tá allir minkar skuldu drepast uttan lógarheimild. Tá tað seinni kom fram, at sms-boðini hjá forsætisráðharranum og ovastu embætisfólkunum sjálvvirkandi vóru strikað, brast málið í fólkatinginum.
Spurningurin er so, um danir hesaferð fáa tey svar, sum teir ongantíð fingu, ella um Mink-málið heldur fram, eins og politiska spøkilsið, sum noktar at doyggja.