Ongi úrslit

Skal fyrst í fongsul - og verður síðani útvístur úr Føroyum

Hann hevði falskt pass - og tað er álvarsligt

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 12:21

Ein útlendskur maður sum kom til Føroya við Norrønu í gjár, er nú dømdur at sita í fongsli - og tá ið hann verður leyslatin, verður hann útvístur í Føroyum.

Tá tollararnir hjá Taks kannaðu viðurskiftini, fingu tey illgruna um, at passið ikki var í lagi og tí varð løgreglan boðsend og maðurin varð settur í varðhald.

Og nú passið er kannað, vísir tað seg, at tað er falskt. Tí varð maðurin førdur fyri Føroya rætt í morgun, og har játtaði hann seg sekan.

Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og tá ið hann verður leyslatin aftur, verður hann vístur úr Føroyum og sleppur ikki aftur higar hesi næstu trý árini.

Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar. Hann kom til landið við Norrønu í gjár, og ætlaði sær til Íslands.

Løgreglan sigur, at skjalafalsan er eitt sera álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

8 tímar síðan

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48