Sjúrður Skaale hevur í kvøld boðað Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Akseli Johannesen frá, at hann bara stillar upp til fólkatingsvalið.
Tað skrivar in.fo.
– Hetta er í fullari semju millum allar partar, sigur fólkatingsmaðurin.
Sjúrður Skaale sigur, at tað eru fleiri orsøkir til hetta valið:
– Fyri tað fyrsta ber tað als ikki til at føra tvey valstríð í senn, sigur hann.
Flokkurin hevur tann greiða politikk, at fólkatingssessurin skal røkjast fulla tíð. Dupult umboðan er hálv umboðan.
– Tí kann eg ikki við trúvirði biðja fólk velja meg á Fólkating – og samstundis biðja tey velja meg á Løgting.
– Mær dámar eisini sera væl hetta starvið og vil tí fegin halda fram.
- Eg havi sum fólkatingsmaður fingið sera nógv úrslit, og eg havi royndirnar sum gera, at eg kann fáa enn fleiri úrslit – til gagns fyri okkara vinnulív, okkara mentanarlív og okkara samfelag sum heild.
- Tað spælir eisini inn, at eg áður havi stillað upp til Løgtingið, tá valini ikki eru fallin saman sum nú. Og veljarans dómur var púra greiður: Seinast eg gjørdi tað, fekk eg ein 25’unda part av teimum atkvøðum, eg fekk á fólkatingsvalinum.
- Hetta eru eini púra greið boð frá føroyingum: Eg skal nýta alla mína tíð til at umboða Føroyar á Fólkatingi so væl sum eg kann – og eg skal ikki sita á Løgtingi.
- Tað er hetta, eg fegin vil gera.
– Eydnast tað at verða valdur, fer veljarin at fáa akkurát tað sama fyri sín kross, sum hann hevur fingið farnu árini. Kósin verður júst tann sama. Eg fari at gera avtalur, sum gagna vinnulívinum, mentanarlívinum og felagslívinum í Føroyum, og eg fari at umboða føroysk áhugamál greitt og hvast men virðiliga, sigur Sjúrður Skaale.