Ongi úrslit

Sjúrður var bestur í mars

Í dag skoraði Sjúrður Henriksen fyri fyrstu ferð mál í bestu deildini

Frá vinstru á myndini: Heri á Rógvi (starvsnevndarlimur í FSF), Sjúrður Olsen (stjóri í Bygma Balslev, sum er millum høvuðsstuðlarnar í Meistaradeildini), Sjúrður Henriksen og Rói Henriksen
Argja Bóltfelag
6. apríl kl. 18:33

Tað eru ikki bara vit, sum halda, at Sjúrður Henriksen er ein ómetaligur dugnaligur fótbóltsspælari. Hetta fekst sjón fyri søgn skamt fyri dystarbyrjan ímóti 07 Vestur, tá ið Sjúrður móttók heiðurin sum besti leikarin í Meistaradeildini í mars.

Tað eru brúkararnir á Sona, ið hava atkvøtt og valt besta spælaran í mars. Hinir báðir, sum vóru tilnevndir, vóru Heini Vatnsdal úr B36 og Petur Knudsen úr NSÍ.

Sjúrður fekk snøgga steypið handað frá pápa sínum, Róa Henriksen, ið eisini hevur verið venjari hjá Sjúrði nógv tey flestu ungdómsárini og lagt nógva tíð og orku í fótbóltsuppalingina hjá árgangi 2007, sum sonurin hevur verið partur av.

Og í dystinum ímóti 07 Vestur setti Sjúrður eina tjúkku striku undir, at hann og liðfelagarnir halda áfram at smíða, meðan jarnið er heitt. AB vann 2-0, og Sjúrður skoraði seinna málið og harvið sítt fyrsta mál í Meistaradeildini. Enn kennir ungi argjafrensurin ikki til annað enn at vinna í bestu deildini, tí nú er tað blivið til tríggjar sigrar í teimum trimum dystunum, sum Sjúrður hevur spælt við í.

Saman við liðfeløgunum kom Sjúrður Henriksen framúr væl frá byrjan í nýggja kappingarárinum. Í tveimum teimum fyrstu dystunum ímóti B68 og EB/Streymi hevði hann ikki færri enn trý málupplegg og fekk sum heild sera góð skoðsmál.

Okkum vitandi er tað fyrstu ferð, at ein AB-leikari vinnur hendan heiðurin. Eisini er væl møguligt, at Sjúrður er tann yngsti, sum er kosin besti spælari í einum mánaða í bestu fótbóltsdeildini, tí hann er ikki eldri enn 18 ára gamal.

AB ynskir Sjúrði hjartaliga til lukku við flotta heiðrinum!

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

20 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00