Ongi úrslit

Sjey prosent av arbeiðsmegini í Føroyum, eru útlendingar

Áki Bertholdsen
19. mars kl. 11:07

Fyrr í morgun skrivaðu vit, at nú eru 29.859 fólk til arbeiðs í Føroyum.

Eyðvitað eru nógv tey flestu føroyingar. Men støðan er eisini tann, at sjey prosent av arbeiðsmegini í Føroyum eru útlendingar.

Í februar vóru nevniliga 2.137 starvsfólk í Føroyum, sum vóru útlendingar, ella ikki høvdu bústaðartilknýti til Føroyar, sum tað eitur.

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum, ella tilsamans 7 av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Allir danskir ríkisborgarar verða roknaðir sum føroyingar.

Tað merkir, at nú eru 134 útlendingar fleiri, ella 6,7 prosent, fleiri í ár enn fyri einum ári síðani. 

Hagstovan sigur, at tey flestu, bæði av monnum og kvinnum, koma úr Asia. Serliga eru hesir ríkisborgaraskapir úr Landsynningsasia. Hesin bólkur hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Fyri fýra árum síðani vóru tey 20 prosent av útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum, men nú eru tey 40 prosent.

Tilsamans eru tey 833 í tali og 57 prosent av teimum eru menn og 43 prosent eru kvinnur.

Myndin er heilt øðrvísi tá ið talan er um útlendsku arbeiðsmegina úr Eysturevropa, har talið á monnum er tríggjar ferðir hægri enn talið á kvinnum. 

Næstan triði hvør av útlendingunum, sum eru í Føroyum, arbeiða í  Framleiðsluvinnu

Meiri enn triðja hvørt arveiðsfólk á flakavirkjunum, eru útlendingar.

Somueleiðis arbeiða 250 útlendingar á matstovum og gistingarhúsum

"Gisting og matstovuvinna" við 250 starvsfólkum og hareftir og 240 útlendingar arbeiða í handlum og á bilaverkstøðum.

At enda kann nevnast, at 230 útlendingar arbeiða í byggivinnuni - og tað eru 40 færri enn fyri einum ári síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01