Í gjár var løgreglan á ferð runt umkring fyri at kanna ferðsluna. Og tey vóru víða um, heilt úr Havnini til Runavíkar.
Tíðliga í gjáramorgunin, um tað mundi skúlarnir byrja, var løgreglan í Varðagøtu, við Sankta Frans skúla. Har fekk ein bilførari 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn undir 15 ár sitandi leyst í bilinum.
Men har fingu eisini tveir aðrir bilførara bót og klipp fyri at koyra inn á ein veg, har skelti vísti, at tað var eingin innkoyring.
Í Kollafjørði fekk førarin á einum lastbili bót og klipp fyri at koyra alt ov skjótt, hann koyrdi 92, men lastbilar hava bara loyvi at koyra 70.
Við Áir misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra 116, har tað er loyvt at koyra 80 og Millum Fjarða fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 106 og 112 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.
Fjørðuvegurin í Runavík er ein góður vegur at koyra eftir, men tað er innanbíggjavegur, har bara er loyvt at koyra 50.
Tað eru tað nógvir bilførarar, sum lata seg lumpa av - og tað var tað aftur í gjár. Í gjár fekk Men ein bilførari nevniliga bót, og klipp í koyrikortið, fyri at koyra 79 á Fjørðuvegnum.