Orðaskiftið um ræðisrættin til Grønland harðnaði í vikuni, tá Donald Trump endurtók, at USA vildi hava ræði á Grønlandi, og Mette Frederiksen mótmælti í sjónvarpssamrøðu.
Evropeiskir sameindir taka undir við donsku forsætisráðfrúuni, eitt nú Macron, sum á miðlinum X skrivar, at “Grønlendingar eiga Grønland. Danmark er teirra verji.”
Ráðgevin og næsti maður hjá fyrisitingarstjóranum í Hvítu Húsunum, Stephen Miller, bar á CNN fram heilt aðra meting um leiklutin hjá Danmark í Grønlandi. Hann spurdi:
“Hvørji eru rættindini, sum danskur ræðisrættur í Grønlandi byggir á? Á hvørjum grundarlagi byggir Danmark sítt territoriala krav upp á Grønland, so Danmark kann hava Grønland sum eina koloni?”
Stephen Miller staðfesti síðan, at fyri at tryggja arktiska økið og verja áhugamál hjá NATO má USA sjálvsagt hava ræði á Grønlandi.
Føgur orð uttan tyngd verja ongan
Fyri grønlendingar er støðan ótolandi og ørkymlandi, tí Grønland er reduserað til eina finnu í stórtalvinum millum koloniveldir.
Stephen Miller metir ikki Grønland sum eitt land við ræði á egnum viðurskiftum, men sum eina koloni hjá Danmark.
Við hesum grundarlagnum leggur amerikanska stjórnin trýst á Danmark um at flyta ræðisrættin til USA, so landið er betur ført fyri at verja síni egnu og NATO áhugamál í Arktis.
Macron talar hinvegin um, at Danmark er verji hjá Grønlandi. Tað er ein bleytari orðing enn koloni, men staðfestir, at ræðisrætturin liggur í hondunum hjá sonevnda verjanum, og soleiðis er ríkisrættarliga støðan. Ikki bara í Grønlandi, men eisni í Føroyum.
Vanliga hava heimsins suverenu statir stóra virðing fyri grundregluni um ikki at gera seg inn á sjálvstøðuga ræðisrættin hjá øðrum tjóðum. Tað er ein elligomul grundregla, ið heimssamfelagið bygdi ST-sáttmálan á.
Grundreglan um sjálvsavgerðarrætt fevnir sambært ST eisini um tey lond, sum hava fingið staðfest sjálvsavgerðarrættin, men enn ikki hava útint hann.
Tað er hesa grundreglu, sum bæði Danmark og Evropa føra fram, tá tey harta amerikonsku stjórnina fyri at gera seg inn á grønlendskan sjálvsavgerðarrætt. Bara grønlendingar kunnu gera av, hvussu viðurskiftini í Grønlandi skulu skipast, siga tey.
Men meintu tey hetta í álvara, var grønlendskur sjálvsavgerðarrættur staðfestur við kunngerð umvegis ST fyri øllum heimsins londum. Tað hevur Danmark ikki gjørt.
Tvørturímóti hevur Danmark lagt árar í sjógv fyri at taka sjálvsavgerðarrættin úr hondunum á grønlendingum, sum Anne Kristine Hermann so væl greiðir frá í bókini “Børn í Heimsveldi - tá ið Danmark villleiddi ST og Grønland fyri at varðveita sítt síðsta hjáland”.
Í løtuni er áhugin fyri Føroyum lítil, men um heimsins valdshavarar strika mørkini upp av nýggjum, verða lond uttan suverenitet lættastu offur fyri at víðka um teirra vald.
Tá er ikki nóg mikið við Danmark sum “verja”. Tá er brúk fyri viðurkenning sum suverenur statur, ið ákallar stuðul frá øllum heimsins londum.
Bæði Mette Frederiksen og Lars Løkke hava skilt grundregluna í hugtøkunum sjálvsavgerðarrætt og suverenitet og brúka tey í diplomatiska stríðnum við USA.
Men har manglar handling aftan fyri hugtøkini.
Staðfestan sjálvsavgerðarrætt og samstarv á jøvnum føti
Í staðin fyri at skipa ein javnbjóðis felagsskap millum trý sjálvstøðug lond kolldømdi Danmark loysingaratkvøðuna í 1946 og fekk ST at ganga frá krøvunum at flyta Grønland fram á leið sum sjálvstøðuga tjóð í 1954.
Síðan tá hevur Danmark tvørt hildið fast um danskan suverenitet í Grønlandi og Føroyum í altjóða viðurskiftum.
Hetta kemur dønum aftur um brekku í dag, tí verjurøðan um, at Grønland – og kanska Føroyar – ger av sína framtíð, er ikki sonn.
Danmark hevur ongantíð viljað staðfest føroyskan og grønlendskan sjálvsavgerðarrætt.
Hetta vita amerikanarar, og tí skrúvar USA upp fyri retorikkinum og førir fram argumentið um, at talan er ikki um at gera seg inná eitt suverent land, men “bara” eina koloni.
Tað hevði styrkt munandi um støðuna hjá bæði Grønlandi, Føroyum og Danmark, um londini alt fyri eitt tóku stig til at lýsa grønlendskan og føroyskan sjálvsavgerðarrætt fyri heimssamfelagnum og fráboðaðu eina sjálvbodna samgongu millum trý suveren lond.
Tá fáa orðini um grønlendskan sjálvsavgerðarrætt tyngd, sum vónandi sissar grammar valdsharrar, tí nú er ikki talan um at nápa hjálond frá hvørjum øðrum, men at gera seg inn á samgongur av suverenum londum.
Magni Arge, lógkønur samfelagsfrøðingur