Tá Sissel Kyrkjebø vitjaði Føroyar á fyrsta sinni í 1991, var hon júst fylt 22 ár. Við sínum mildu eygum, vinarligu medferð, langa hári og serstøku einglarødd tók hon alla tjóðina av bóli, og tá ið hon sang so vakurt 'Tíðin rennur sum streymur í á' flutti hon inn í øll hjørtu, ið lurtaðu. Nú tá hon stóð á palli í Løkshøll 35 ár seinni, og sang fyri trimum fullsettum salum, er alt sum tað eigur at vera og øll eru vorðin eldri. Enn sum áður bergtók hon fjøldina við síni einastandandi rødd og sermerktu blíðu útstráling, og tá ið hon bað áhoyrararnar syngja við til 'Tíðin rennur sum streymur í á' gavst tíðin at renna meðan øll sungu við. Eftir konsertina var Sissel bilsin yvir, at føroyingar ikki bert dugdu at syngja versini men eisini millumstykkið.
Umframt hendan fyri okkum føroyingar serliga sangin framførdi hon eisini aðrar kendar sangir úr fjølbroyttu sangskránni; Å Vestland, Vestland, Vårvise, Innerst i sjelen, Se ilden lyse, Summertime, og eina sirpu við løgum eftir Neil Sedaka og fleiri aðrar, m.a. fyrsta sangin, sum maður hennara Ernst Ravnaas skrivaði. Millum sangirnar hevði hon fleiri bæði stuttligar søgur og viðkomandi hugleiðingar. Við sær á pallin hevði hon tveir sera dugnaligar tónleikarar; Torjus Vierli á klaver og tangentar, og Bernt Rune Stray á el- og akustiskan gittar. Ljóðið stóðu Kjell-Morten Bruun og Kristinn Akursmørk fyri, og Villiam Soo Joensen gjørdi ljós.
Hetta var so høvuðskonsertirnar til mentanarvikuna í ár. Vit síggjast aftur komandi ár.
