Ongi úrslit

Sissal er framflutt til lektara í máltøku

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Sissal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Sissal Maria Rasmussen verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya

setur.fo Føroyamálsdeildin
21. sepember kl. 12:12

Sissal Maria Rasmusssen er framflutt  til starv sum lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
 
Sissal hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2020, ið er sama ár, sum hon fekk ph.d.-heiti fyri ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Í 2002 fekk hon kanditatprógv frá universitetinum í Keypmannahavn, og hon var innskrivað til ph.d.-lestur bæði á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrinum, ein sonevnd dupult innskriving (double degree). Heitið á phd.-ritgerðini er "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter”.

Í starvi sínum sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya hevur Sissal undirvíst á útbúgvingum bæði á master- og bachelorstigi, eins og hon hevur staðið fyri og verið við í fleiri granskingarverkætlanum, eitt nú eini granskingarverkætlan um ljóðligu menningina hjá føroyskum børnum, ið er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Syddansk Universitet og Háskóla Íslands.
 
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.
 
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligum útgávum, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligum royndum.
 
Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Sissal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Sissal Maria Rasmussen verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
 
Í metingarnevndini vóru:
 
Jógvan í Lon, professari í málfrøði, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya (forfólk)
Edit Bugge, professari, Høgskulen på Vestandet í Noregi
Carsten Elbro, professari, Københavns Universitet

Hjartaliga til lukku við framflytingini, Sissal! 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14