Ongi úrslit

Símun J. Hansen hevur einki at óttast

- Símun líkasum rør framundir, at eg kanska fari at svíkja tað, eg havi sagt.

Sjúrður Skaale
5 tímar síðan

Símun Jóannesarson Hansen sigur í lesarabrævi, at “tað hevði verið trupult hjá veljaranum at skilt, um Sjúrður nú velur at stuðla, ella gerast partur av einari stjórn, har ein flokkur sum Enhedslisten hevur avgerandi ávirkan”.

Hann sipar til, at hesin flokkur er sera kritiskur móti Ísrael og hevur eitt bakland, sum lutvíst er beinleiðis antizionistiskt.

Símun líkasum rør framundir, at eg kanska fari at svíkja tað, eg havi sagt.

Tað fari eg ikki.

Eg havi eftir valið verið til tríggjar samráðingarfundir, og nakað av tí eg har havi sagt er nettupp, at eg ikki kann stuðla einari stjórn, har ytsti vinstrivongurin hevur avgerandi ávirkan – m.a. júst orsaka av teirri antizionismu, sum tíverri finst úti á hesum vongi.

Eg segði valkvøldið, at eg fór at mæla til eina breiða stjórn, har flokkarnir á miðjuni taka seg saman. Og eg havi á samráðingarfundunum mælt til júst hetta.

Mette Frederiksen kannar nú, um tað ber til – men tað sær svart út. Hugurin at taka ábyrgd er nevniliga ikki stórur millum flokkarnar høgrumegin miðjuna. Teir tykjast ikki vilja gera neyðugu semjurnar, men heldur fara í andstøðu, og lata onnur taka ábyrgd.

Orsøkin er greið: Tey, sum taka ábyrgd, kunnu enda við at rinda ein prís, tí teirra undirtøka minkar. Tey, sum stilla seg uttanfyri at kritisera, kunnu rokna við at fáa størri undirtøku. Soleiðis er logikkurin í politikki tíverri.

Men forkvinnan í Javnaðarflokkinum vil fegin taka ábyrgd kortini. Hóast tað er trupult. Hóast tað kann kosta. Og einasti møguleiki er kanska ein stjórn, sum røkkur frá flokkinum hjá Lars Løkke og nakað út á vinstravongin.

Hendir hetta, verður ytsti vinstrivongurin (Enhedslisten og Alternativet) tað, tey kalla “parlamentariskt grundarlag”. Tað merkir, at hesir flokkar ikki verða partur av stjórnini, men lova, at teir heldur ikki fara at fella hana. Teir fáa altso IKKI beinleiðis vald.

Eg havi eina av 189 atkvøðum. Og hon er ikki avgerandi. Tí kann eg ikki gera av, hvør stjórn verður skipað. Men tað verður (helst) undir øllum umstøðum danski Javnaðarflokkurin, sum fer at sita við borðendan. Hann kann vera kritiskur móti Ísrael sum móti øðrum londum. Men øll, sum fylgja við, vita, at hann er ein vernd móti bæði antizionismu og beinleiðis jødahatri.

Tí skal Símun ikki vera bangin fyri, at tann víðgongdi parturin av “pro-Palestina”-rørsluni fær nakra ávirkan á komandi stjórnina. Og hví skuldi hon tað? Tað er henda rørsla, sum hevur rikið Mette Frederiksen úr sínum egnu húsum. Og tað henda rørsla, sum systematiskt saboterar tiltøk hjá Javnaðarflokkinum.

Videobrotið er frá 1. mai. Størsti hátíðardagurin hjá javnaðarrørsluni. Tann, sum roynir at tala, er sosialdemokratiski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard. Hann er ein av trimum, sum tingast vegna Javnaðarflokkin, nú tey royna at skipa nýggja stjórn.

Tey, sum royna at sláa manngarð um Hummelgaard, eru javnaðarfólk. Tey, sum sabotera hansara talu, eru víðgongd Palestina-fólk. Tey hata hann. Tey hata Mette Frederiksen. Tey hata Javnaðarflokkin.

Hvørki Símun ella nakar annar skal bera ótta fyri, at hesir ótangar fáa “avgerandi ávirkan” á eina komandi stjórn, um hon verður undir leiðslu av tí flokki, sum tey hata.

https://www.facebook.com/reel/780544094936777

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30