Ongi úrslit

Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tørvar tína hjálp

Firum
5 tímar síðan

Herfyri skrivaðu Havbúnaðarfelagið og Firum undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina, og aftur í ár kanst tú vinna 10.000 krónur, um tú sendir okkum sílaroðslu.

Síðani 2019 hevur Firum staðið fyri sjósílaverkætlanini, sum Havbúnaðarfelagið hevur fíggjað.

Sjósílaverkætlanin hevur tvey endamál. Annað er at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sílasmolt fer úr ánni og á sjógv. Hetta verður gjørt í Eiðisá í Norðragøtu, har sílini verða pitmerkt fyri at kunna skráseta, nær tey fara um ein antennu niðast í ánni.

Hitt endamálið er at kanna støðuna hjá vaksnu sílunum í sjónum. Umframt at Firum fangar 50 síl árliga við gørnum, hava sílafiskarar síðani 2019 sent sílaroðslu og upplýsingar um fiskaðu sílini inn til Firum í serligum brævbjálvum, sum Firum hevur ment. Roðslan verður løgd undir sjóneyku og kannað, og upplýsingarnar um sílini annars verða skrásettar. Soleiðis verður samlaða støðan hjá hvørjum einasta síli staðfest.

Hetta samstarvið millum granskarar og borgarar verður kallað citizen science ella borgaravísindi og hevur sera stóran týdning. Tí heita vit í Firum á sílafiskarar og borgarar sum heild um at hjálpa okkum aftur í ár.

Send okkum roðsluroyndir og uppmátingar og ver við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur!

Freistin at lata Firum brævbjálvan er 30. november 2025. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar fríggjadagin hin 12. desember 2025.

Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

Magn, Trongisvágur

Niclasen, Sørvágur

Hjá Rólant, Sandur

Jógvan Weihe, Tórshavn

Effo, Kollafjørður

Effo, Skálafjørður

Stanley, Norðskáli

Berglon, Klaksvík

Berglon, Runavík

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

16 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41