Ongi úrslit

Sigrun er nýggj á javnaðarlistanum

Býráðslimurin í Runavíkar býráð váttar fyri dimma.fo, at hon er á listanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Í kvøld verður politiskur fundur í Varpinum í Klaksvík. Fundurin er almennur, og tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum bjóðar til fundin, har evnini eru Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar?

Tvey umboð luttaka fyri hvønn flokkin. Merkisvert er tað, at fyri Javnaðarflokkin luttaka Aksel V. Johannesen floksformaður og løgmaður og Sigrun Jónsveinsdóttir. Tað hevur ikki verið alment frammi, at Sigrun er nýggj á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men tað váttar hon, at hon er, tá ið vit spyrja hana:

-Tað var uppstillingarfundur í gjárkvøldið í Eysturoyar javnaðarfelag, og hóast eg ikki hevði møguleika at vera við, so játtaði eg at lata meg stilla upp, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir.

Í sínum borgarliga starvi er hon leiðari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, og so er hon býráðslimur í Runavíkar kommunu. Hon varð vald á almenna borgaralistanum og fekk 128 persónligar atkvøður.

-Stevnuskráin hjá Javnaðarflokkinum er væl í tráð við mínar raðfestingar, sum eitt nú hava við livikorini og umstøðurnar annars hjá familjum og vanligum fólki at gera, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir, tá ið vit spyrja hana, hvar hon fer at raðfesta frammarlaga í valstríðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25