Mjølnir er greitt oddalið í Føroya Tele deildini fyri menn, og Mjølnir var favorittur at vinna finaluna í Bónuskappingini.
Men dystirnir ímillum Mjølnir og SÍ eru vanliga langir og spennandi. Lagt varð fyri við nógvari styrki, og Christiano Campos, Hjørtur Joensen og Milita Vesovic gingu á odda hjá SÍ. Fyri Mjølnir vóru tað serliga Jóhan Arni Wang, Grzegorzewski Bartlomiej og Matheusz Pazgan sum vístu vegin við hørðum smasjum.
Liðini fylgdust í fyrsta setti, men fyri tað mesta var tað SÍ, sum hevði munin og vann settið 25-22. Her vóru tað serliga Christiano Campos og Hjørtur Joensen, sum vóru avgerðandi fyri SÍ.
Í øðrum setti sá betri út hjá Mjølni. Klaksvíkingar løgdu seg skjótt nakað framum, men teir megnaðu ongantíð av sleppa frá SÍ, sum støðugt helt tørn.
Christiano Campos vísti við servessi til 22-22, hví hann er besti servari í føroysku kappingini, og fram móti endanum av settinum var alt opið aftur. Mjølnir fekk settbólt við 23-24, men Hjørtur Joensen helt lív í møguleikanum hjá SÍ við einum av sínum snildu smasjum. Næsta settbóltin yvirlivdi SÍ eisini til støðuna 25-25.
Mjølnir fekk síðani enn ein settbólt, tí SÍ megnaði ikki at fáa sínar servur yvir, men hendan yvirlivdu sørvingar eisini og svaraðu aftur við at vinna settbólt við sterkum blokki. SÍ hevði bara ein settbólt fyri neyðini. Christiano Campos syrgdi fyri at sláa í blokkin og út, og so var SÍ á odda 2-0 í settum.
Í triðja settið bygdi SÍ sær skjótt eina rúma leiðslu á 7-3 og 9-4, tá Mjølnir tók leikbrá fyri at bjarga settinum og harvið spenninginum í dystinum. SÍ tóktist tó at halda fast við eina leiðslu á 5-6 stig og líkt var til, at Mjølnir ikki hevði evnini at finna loysnir ímóti einum vælleikandi SÍ liði.
Men SÍ sløgini byrjaðu at raka uttanfyri vøllin. Mjølnir tyktist omaná og við støðuna 17-13 tók SÍ leikbrá. Líkt var til, at loysnir vóru funnar undir leikbrásteðginum, tí SÌ vann sær aftur eina 6 stig leiðslu - 21-15. Men Mjølnir svaraði aftur og við støðuna 22-19 tók SÍ seinna leikbráið í settinum, men eftir tað styttist meira millum liðini, og Mjølnir vann seg upp á 23-23. Við 24-23 fekk SÍ dystarbólt, men Hjørtur missnýtti smasjið og støðan bleiv 24-24. Nú fekk Mjølnir settbólt, sum Matheusz Pazgan gagnnýttið við servessi. Mjølnir tók settið og byrti nýggjan spenning í dystin.
Í fjórða setti vann SÍ sær skjótt eina 6 stig leiðslu, og við støðuna 12-6 tók venjarin hjá Mjølnir, John Syderbø, leikbrá. Eftir tað, hálaði Mjølnir nakað innaftur á SÍ. Støðan bleiv 14-11, og tá tók SÍ leikbrá. SÍ spældi seg upp til eina 6 stig leiðslu aftur eftir leikbráið, tá støðan bleiv 19-13.
Við støðuna 23-15 tók Mjølnir leikbrá, men tað hjálpti ikki, tí eftir næsta bólt fekk SÍ sett og dystarbólt. Mjølnir yvirlivdi, men SÍ tók tann næsta og vann settið 25-16 og dystin 3-1.
SÍ vann dystin og Bónuskappingini fyri menn 2024.
Dagsins leikari gjørdist Christiano Rodrigues Campos, leikandi venjari hjá SÍ.