Ongi úrslit

SÍ fór í kvøld úr Klaksvík við 3-1 sigri

Hotel Djurhuus-deildin, 1. FM-finalan kvinnur: Mjølnir – SÍ 1-3 (25-23, 23-25, 23-25, 16-25)

Flogbóltssamband Føroya
13 tímar síðan

SÍ tók fyrsta stingin í FM-finalunum í Hotel Djurhus-deildini í kvøld, tá ið Mjølnir tók ímóti í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Tað var tó Mjølnir sum vann fyrsta settið, sum eisini var tað, har tað sveiggjaði mest ímillum liðini. SÍ legði betur fyri og legði seg á odda, men Mjølnir javnaði og fór framum. Móti endanum fór SÍ tó framum aftur 20-17, men Mjølnir vendi tí tó aftur og javnaði til 21-21 og vann settið 25-23.

 

SÍ fekk flúgvandi byrjan upp á annað sett og var fyri tað mesta frammanfyri, men mundi mist greiðu 21-16 leiðsluna á gólvið, tá ið Mjølnir minkaði um munin til 22-23 og 23-24, men við smassji frá Anju Danielsen eydnaðist SÍ at vinna settið 25-23.

 

Í triðja settinum hótti SÍ við at renna avstað við settinum, tá ið støðan gjørdist 11-5, men Mjølnir kom afturíaftur og javnaði til 21-21. SÍ vann tó settið 25-23 við triðja settbóltinum, tá ið Paula Nattestad Joensen fekk prikað bóltin yvir um netið mitt millum Mjølnir-leikararnar, sum bíðaðu eftir hvørjum øðrum.

 

Í fjórða setti sást skjótt, hvønn veg tað bar, tá ið SÍ fór framum 12-6. Mjølnir minkaði tó um munin til 13-16, áðrenn hann aftur vaks, og SÍ vann at enda settið 25-16 við einum serviessi.

 

Onnur FM-finalan verður á Giljanesi sunnudagin kl. 13. Vinnur SÍ, er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld í Klaksvík leygardagin 28. mars. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46