Ongi úrslit

SF: UB40 er framskundað í kvøld

UB40 spælir á Vágsbø klokkan 20:30 í kvøld

Jóhanna Højgaard
8. august kl. 17:10

Broytingar eru gjørdar í skránni fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.

Roknað verður við, at eitt skifti í kvøld fer at regna illa, og ættin liggur inn á stóra pall á Vágsbø.

Tí verður trupult at hava konsert har ta løtuna. Væntað verður, at regnið fer fram við, og at veðrið verður betri aftaná.

Høvuðsbroytingin í kvøld er, at konsertin við UB40 ft. Ali Campbell á Vágsbø verður framskundað til kl. 20:30.

Hetta hevur við sær, at aðrar broytingar mugu gerast í kvøld.

Niðanfyri sæst dagførda skráin fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.

19.00: Kalas (Torgið)

19.45: Systrarnar á Lakjuni (Tjaldið)

20.30: UB40 ft. Ali Campbell (Vágsbøur)

22.00: Ester Skála (Torgið)

22.30: Linda Andrews (Tjaldið)

23.15: Herborg Torkilsdóttir (Torgið)

00.00: jazzygold (Tjaldið)

01.00: Dynamit (Vágsbøur)

02.15: Grandma's Basement (Tjaldið)

03.00: Swardi (Vágsbøur)

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

11 tímar síðan

Heini í Skorini virðisløn fyri bestu donsku røðu í 2025

Í gjár kl. 10:25