Ongi úrslit

SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunum

Herborg Torkilsdóttir hevur seinnu árini útgivið væl umtóktar sangir

Jóhanna Højgaard
2. august kl. 19:00

Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir verður við á Summar Festivalinum í ár.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

– Eg leggi meg eftir, at sangirnir eru fólksligir, og at fólk kenna seg aftur í sangunum. Tey skulu ikki hugsa seg nógv, men skilja sangin fyrstu ferð, tey hoyra hann, sigur Herborg Torkilsdóttir.

Á Summar Festivalinum í næstu viku hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Herborg Torkilsdóttir:

Herborg Torkilsdóttir

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14