Ongi úrslit

SF: Eyðun Nolsøe spælir hittini

Kendi tónleikarin Eyðun Nolsøe spælir saman við bólki hittkonsert á Summar Festivalinum

Jóhanna Højgaard
5. august kl. 18:00

Hevur tú hug at hoyra kendar sangir og syngja við? So verður eitt av gyltu høvunum konsertin hjá Eyðun Nolsøe Band á ársins Summar Festivali.

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki.

Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi.

Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum.

Síðani 90’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur – eitt skifti gav hann tónleik út saman við Terja Rasmussen.

Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum "Mítt Land", "80’ini", "Dansa", "Til Tey Stressaðu", "Á, um vit", "Sangur til tína jørð" og aðrar.

Eyðun Nolsøe fer saman við James Olsen, Eyðuni Johannesen og Jens Marna Hansen at spæla øll tey stóru hittini hjá sær á konsertini, sum verður í Tjaldinum á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 23:45.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14