Í fleiri ár hevur Sev arbeitt við eini risastórari verkætlan í Vestmanna, sum skuldi gera orkuveitingina nógv grønari.
Talan var um eina pumpuskipan, har vatnið úr byrgingini, sum rennur ígjøgnum vatnverkið, verður pumpað niðan aftur í byrgingina, so tað kann brúkast umaftur og umaftur.
Men nú hevur leiðslan í Sev gjørt av at leggja hesa verkætlanina í hillina, tí hon verður nógv dýrari enn ætlað.
Arbeiðið hevur verið boðið út og tilboðini eru komin inn, og so var ætlanin at fara undir arbeiðið seinni í ár.
Men nú tilboðini eru innkomin, er tó greitt, at kostnaðurin fyri verkætlanina fer at liggja væl omanfyri kostnaðarmetingina.
Aðalfundurin í Sev hevði givið Sev heimild at brúka 1,3 milliardir til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna.
Men nú tilboðini eru komin inn, vísir tað seg, at kostnaðurin er heilar 900 milliónir hægri, ella tilsamans 2,2 milliardier.
– Vit hava gjørt av at steðga á við verkætlanini, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev, í eini fráboðan.
Hann sigur, at tað er fólkið, sum rindar kostnaðin, og vit halda ikki, at tað ráðiligt at arbeiða víðari og harvið áleggja brúkaranum at rinda fyri eina so dýra verkætlan, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at Sev heldur fram við grønu kósina og tí tara tey at arbeiða víðari við at finna aðrar loysnir fyri at sleppa av við oljuna.