Nú er klárt at fara undir bygging av nýggjari koblingsstøð og battarístøð í Skálafirði. Seinasta stig í fyrireikandi arbeiðnum varð tikið mikudagin 11. juni, tá sáttmalar vórðu undirskrivaðir við vinnandi tilboðsgevarar.
Fyri stórarbeiðstøkuna hevði J&K Petersen lægsta tilboð. Fyri EL- og HVS-arbeiðstøkurnar høvdu ávikavist EL.FO og Tangavirkið lægstu tilboð.
SNA, SMJ, PB-Consult og LBF hava staðið fyri prosjekteringini, og halda fram at hava eftirlit við byggingini.
Fyrst verður farið at byggja nýggju koblingsstøðina. Tá hon er liðug, verður útgerðin í Skálafirði løgd um, og gamla støðin tikin niður.
Síðani verður farið undir battaríhøllina, sum skal hýsa battarískipanini. Alt arbeiðið verður mett at taka uml. 3 ár, og byrjað verður í august.
Hetta verður triðja battaríhøllin í meginøkinum. Tann fyrsta varð bygd á Sundi og er tikin í brúk, meðan onnur er í gerð á Sandi.
Battarískipanirnar í meginøkinum eru neyðugar fyri at kunna fáa til høldar ein størri part av vindorkuframleiðsluni í meginøkinum.
Av tí at bygningurin er rættiliga stórur, so er nógv gjørt burturúr fyri at hava hann snøggan, einklan og hava hann at passa væl inn í umhvørvið. SNA hevur teknað.
Umboð fyri Sev og veitararnar, sum eru tengdir at verkætlanini