Ongi úrslit

Flogvøllurin í Vágum setti met í farna mánað

Her fer eitt flogfar hjá Atlantsflogi á flog úr Vágum. Myndin er frá Atlantsflogi
Áki Bertholdsen
6. august kl. 15:13

Flogvøllurin í Vágum setti met í farna mánað.. Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Hann sigur, at í juli ár ferðaðust 71.753 ferðafólk um flogvøllin í Vágum og tað er tað er tað mesta, sum nakrantíð hevur ferðast um flogvøllin í ein mánað.

Tað er 3,4 prosent meiri enn í í juli í fjør tá ið tað ferðaðust 69.283 ferðafólk um flogvøllin í Vágum - og tað var eisini met.

Juli mánaður var eisini fyrstu ferð, at ferðfólkatalið fór upp um 70.000 ferðafólk í ein mánað, men juli er vanliga tann mánaðin, tað eru flest ferðafólk í Vágum.

Higartil í ár, altso frá januar til juli, hava tilsamans 275.696 ferðafólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Tað eru 11.575 ferðafólk, ella 4,4 prosent fleiri enn enn tað ferðaðust sjey teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Ferðafólkatalið veksur alsamt eitt lítið sindur hvørt ár - men stjórin heldur kortini, at varð flogvøllurin, og alt samfelagið annars, ikki rakt av verkfalli í fjør, hevði talan neyvan verið um nakran vøkstur í ár.

Verkfallið var í fleiri vikur og Regin I. Jakobsen metir, at tað kostaði flogvøllinum eini 10.000 - 15.000 ferðafólk.

Hann sigur, at ferðafólkatalið minkaði ikki bara undir sjálvum verkfallinum, men tað merktist eisini í tíðini aftan á, kanska heilt út í septembur.

– Støðan varð tann, at fólk rætt og slætt settist aftur og strikaðu bíleggingarnar til Føroya, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14