Ongi úrslit

Settu aftur met í fjør

Vónin, er nú í sjey londum

Áki Bertholdsen
27. mai kl. 15:38

Vónin er í støðugum vøkstri. Nú árið í fjør er gjørt upp, vísir tað seg, at sølan vaks 24 prosent, og sostatt setti Vónin enn einaferð sølumet.

Vónin ger útgerð til fiskivinnuna og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um trol til uppsjóvarskip, rækjuskip, og skip, sum fiska botnfisk. Men vónin ger eisini nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.

Til alivinnuna ger Vónin nótir, akkersskipanir, fuglanet eins og tey vaska og umvæla nótir.

Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

Tilsamans var sølan 661 milliónir í fjør afturímóti 637 milliónum í 2023. Úrslitið eftir skatt fyri árið 2024 var 45 milliónir afturímóti 46,6 milliónum í 2023.

Hesi seinastu árini hevur vøksturin stavað frá sølu uttanfyri Føroyar. Vónin hevur feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava.

Tilsamans eru 22 deildir. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild er í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna og ein deild er í Havn, sum er til ger trol til botnfiskiskap og rækjutrolarar.

Serliga alivinnan er ein vaksandi partur av virkseminum hjá Vónini. Fyri 2024 var 40 prosent av søluni til alivinnuna og serliga er sølan í Skotlandi og Kanada, í vøkstri.

Í 2024 bleiv eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu við Norðskála. Í dag er hettar helst tann mest framkomna tænastustøð í heiminum til alivinnuna. Umframt hesa tænastustøð, hevur norska felagið, Vónin Refa, eina líknandi tænastustøð í norður Noregi, og harumframt er Vónin eisini í ferð við at byggja eina líknandi tænastustøð í Kyleakin á Isle of Skye. Eftir ætlan verður hon tikin í nýtslu í 2025.

Fyri at tryggja framstig til fiskivinnuna, hevur Vónin í fleiri ár støðugt arbeitt við at ment trollemmar sum kunnu stýrast beinleiðis av brúnni á skipinum. Og í 2024, var eitt gjøgnumbrot á hesum øki og nú hevur Vónin trollemmar til uppsjóvarflotanum við stýring.

Men arbeitt verður víðari á hesum øki, umframt at arbeitt verður víðari við at menna líknandi loysn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Hesi seinastu trý árini hevur Vónin sent yvir 3.000 tons av tilfari til endurvinning fyri at sleppa undan at tyrva, ella at brenna tað.

Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið og eitt nú brúkar 10.000 fermetra stóra virkið í Litavia sólorku og jarðhita.

Í fjør arbeiddu, í miðal, 460 fólk hjá Vónini og 101 av teimum arbeiða á virkjunum í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00