Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er tað ongastaðni í Evropa, at so stórur partur av fólki í arbeiðsførum aldri, ímillum 15 og 74 ár, eru til arbeiðis.
Tilsamans eru 84 prosent av øllum føroyingum í hesum aldursbólkunum til arbeiðis. Í Íslandi, har vinnutíttleikin er næsthægst, er talið 80 prosent.
Men tað, sum serliga ger Føroyar so serstakar, er, at her eru so nógvar kvinnur í arbeiðsmegini.
Talvan vísir, hvussu nógvir kvinnur, og hvussu nógvir menn, eru í arbeiðsmegini í ymsum londum
Tilsamans er vinnutíttleikin hjá kvinnum í Føroyum, 83,4 prosent, og hjá monnum er hann 84,7 prosent í Føroyum. Tað er ein munur 1,3 prosentstig.
Umframt at vera eitt høgt tal, eru tað sostatt næstan eingin munur á, hvussu nógvar kvinnur, og hvussu nógvir menn, eru í arbeiðsmegini í Føroyum.
Til samanberingar er kynsmunurin í Íslandi meira enn átta prosenstig
Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 84,7 prosent. Í Íslandi er hann 85,2 prosent og í Danmark er hann 78 prosent í Danmark. Í miðal í ES er vinnutíttleikin 71 prosent í miðal.
Annars hava íslendsku menninir hava hægsta vinnutíttleikan í Evropa, tí hann er eitt hálvt prosentstigi hægri enn hjá monnunum í Føroyum.
Hjá føroysku kvinnunum er vinnutíttleikin 83,4 prosent og hann er 75 prosent í Íslandi. Í Danmark er vinnutíttleikin hjá kvinnum, 71 prosent, og í ES er hann 61 prosent í miðal.