Ongi úrslit

Semingsuppskotið er vrakað, men partarnir eru ikki farnir hvør til sítt enn

Nú nærkast vit av álvara einum verkfalli hjá heilsuhálparunum

Áki Bertholdsen
26. mars 2025 kl. 12:05

Nú nærkast vit av álvara einum verkfalli hjá heilsuhálparunum.

Partarnir fingu eitt semingsuppskot í gjárkvøldið og fingu freist til nú klokkan 11 fyrrapartin í dag at svara.

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum hevur fingið heimild frá limunum at fara í verkfall um so er, at nevndin í felagnum ikki vildi góðtka semingsuppskotið.

Og Terji Sigurðsson sigur, at semingsuppskotið er vrakað. Men tað er kortini enn ein vón at sleppa undan verkfallinum, tí partarnir eru ikki farnir til hús.

Vit gera eina seinastu roynd at vita um tað ikki ber til at laga semingsuppskotið til, so at báðir partar kunnu góðtaka tað, sigur hann. Í tí sambandi hava partarnir sett seg við borðið at útgreina, hvørjar partar av semingsuppskotinum, tað er, sum ikki kunnu góðtakast og so verður roynt at finna eina aðra orðing, sum báðir partar kunnu góðtaka.

Hann vil ikki siga um tað er Heilsuhjálparafelagið ella Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur vrakað semingsuppskotið - ella báðir partar.

Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu leingi tey sita í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

7 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49