Ongi úrslit

Seinni í kvøld fáa vit at vita um tað verður verkfall

Semingsuppskot er lagt fyri partnar nú seinnapartin

Áki Bertholdsen
20. juni 2024 kl. 18:16

Herfyri kundu øll anda lættan tá ið tað varð greitt at maskinmeistararnir við Strandferðsluni - og hjá Havstovuni, ikki fóru í verkfall. Tað var greitt, tá ið Maskinmeistaragelagið og Fíggjarmálaráðið góðtóku eitt uppskot frá semingsmanninum.

Men nú er næsti leikur í talvinum og tað er at fáa semju ímillum skipararnar og stýrimenninar á skipunum hjá Strandferðsluni, og hjá Havstovuni, øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur samráðst við partarnar í eina tíð og nú seinnapartin helt hann, at partarnir høvdu flutt seg so mikið, at hann tað var ómakin vert at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.

Tað er nú hent, og partarnir hava nú nakrar tímar at viðgera tað, áðrenn teir svara semingsmanninum - og tá fáa vit at vita um tað verður verkfall, ella ikki.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43