31. mai 2026 er seinasti dagur, at 1000-krónuseðlar, saman við øðrum eldri seðlum, kunnu innloysast í Tjóðbankanum og á trimum innlánsstøðum hjá Tjóðbankanum. Eftir hetta verða seðlarnir virðisleysir.
-Tað er umráðandi fyri okkum, at so nógv fólk sum gjørligt eru tilvitaði um hesa freist, soleiðis at tey sum hava seðlarnir, kunnu gera av um tey vilja lata teir inn, ella hava teir sum savnaralutir.
Seðlarnir gerast virðisleysir, eisini fyri Tjóðbankan, sigur Niels Kaas, høvuðskassameistari í Tjóðbankanum.
Tjóðbankin eggjar tí øllum, sum hava ógyldugar seðlar liggjandi og vilja innloysa teir, um at seta góða tíð av til at lata teir inn, og ikki útseta tað til í síðstu løtu.
Eftir 31. mai eru tað bert seðlarnir í verandi seðlarøð frá 2009 sum hava virði, og eru galdandi sum gjaldsmiðil í Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Um tú er í Danmark, er møguleiki at seta seðlar inn í trimum FOREX handlum í Aarhus, Odense og Keypmannahavn.
Teir tríggir FOREX-handlarnir, sum virka sum innlánsstøð hjá Danmarks Nationalbank fyri afturkallaðu seðlarnar, eru:
Aarhus: Banegårdspladsen 20, Aarhus C
Odense: Rosengårdcentret, Ørbækvej 75, Odense SØ
Keypmannahavn: Nørre Voldgade 90, Keypmannahavn K.
Kontant innloysing krevur eisini at tú útfyllir eina skrivliga yvirlýsing, og vísir millum annað eitt gyldugt mynda-ID, umframt at tú fysiskt møtir upp á innlánsstaðnum. Hetta er galdandi uttan mun til, um tú ert danskur ella útlendskur ríkisborgari ella fyritøka.
Nærri upplýsingar um skjalprógv, upphæddarmørk og mannagongdir fyri innloysing eru at finna á forexvaluta.dk/ugyldige-pengesedler.
Vit hava verið í samband við Føroya Banka, sum váttar, at tað eisini í Føroyum ber til at fara inn í bankarnir og lata sínar seðlar inn til og við 31. mai.
Seðlarnir vóru longu ógildaði at brúka í handlum 31.mai í fjør.
Les meira á Les meira á nationalbanken.dk har tú millum annað kann síggja myndir av hvørjir seðlar verða ógildir, umframt printara út seðil at hava við í bankan.