Ongi úrslit

Seinasta stríðið er í nánd - tað er tað veruliga!

Bjarni Hammer, valevni fyri Javnaðarflokkin
26. mars kl. 08:39

Her í Føroyum eru okur enn so priviligeraði, at okur ikki noyðast út á hermótið at stríðast fyri okra rættindum. MEN stríðast, tað noyðast okur!

Víðvøllurin er Løgtingið og stríðsmálið er Suðuroyartunnellin!

Okur vunnu fyrsta slagið – tunnellin verður prosjekterað og okur koma at kenna kostnaðin. Men enn er langt eftir, til okur kunnu leggja upp til verbala vápnahvíld, ella siga at endaliga slagið er vunnið!

Ágangurin er øgiligur í løtuni og hann fer ikki at minka, tá tvey ár eru liðin og okur kenna kostnaðin av tunnellini. 

Tá skal størsta slagið standa – tí tá hevur mótparturin mobiliserað alt tað tunga, skjútsið, í einari seinastu, desperatari mótaksjón frá teimum, ið ynskja tunnellina har piparið grør!

Tá hava okur brúk fyri at onkur kann tala okra søk á Vaglinum.

Har skal ein hørð og sterk rødd til! 

Har skulu politiskar royndir og dirvi til, so okur kunnu fáa tunnellina førkaða ta seinasta strekkið inn um málstrikuna!

Jeg vil kempað til tað seinasta, fyri at fáa hesa altavgerandi lívlinju fyri Suðuroynna,til veruleika!

Jeg havi gjørt alt jeg kann, ta tíð mer hevur verið unt á Tingi, tað er sjón fyri søgn, og jeg vil kempa víðari, um jeg so eri seinasti maður á skútuni!

Veljið eina rungandi harða rødd á Løgting!             

Setið tykra kross við Bjarna Hammer!  

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01