116 hval løgdu beinini í Tjørnuvík í gjárakvøldið.
973 skinn bleiv tað til, sum verða býtt í dráps- og yvir 2800 heimapartar.
Partarnir fara til Eiðis Kommunu, Sunda Kommunu, Kaldbak, Kaldbaksbotn og til Sunds.
Sýslumaðurin boðar frá, at seðlarnir koma út klokkan 10.00 á havnarlagnum á Eiði.