Hækkandi brennievnisprísirnir fara ikki at ávirka summarfrítíðarætlanirnar hjá teirra ferðafólki, boðar SAS frá sambært TV2.
Onnur feløg hava avlýst fleiri rutur í summar, meðan SAS bert hevur minkað um talið av fráferðum á nøkrum rutum. Eitt nú millum Keypmannahavn og Aalborg, umframt á útvaldum innanríkisrutum í Noregi og Svøríki.
- Vit kunnu ikki siga tað heilt sikkurt, men vit kunnu siga við stórari vissu, at tað fer ikki at ávirka summarflúgvingina, sigur kunningarstjórin hjá SAS, Mads Brandstrup við TV2.
Men sambært felagnum, ávirkar hetta ikki tey mest vælumtóktu summarferðamálini. Høgu brennievnisprísirnir hava tó ávirkan á sjálvan ferðasðlaprísin.
- Prísirnir á jetbrennievni eru tvífaldaðir, og tað hava vit verið noydd at bera víðari til brúkararnar. Hettar svarar til ein prísvøkstur á umleið 10 prosent, sigur stjórin hjá SAS, Anko van der Werff.