Ongi úrslit

Sára Maria av Tvøroyri verður við í OL í kappróðri

Sára Maria Johansen var partur av manningini, tá ið donsku kvinnurnar fyri fyrstu ferð vunnu seg í OL í 8-mannafari

Jóannes Hansen
21. mai 2024 kl. 12:44

Donsk róðrarsøga varð skrivað nú á middegi, og ein føroyskur rógvari var við til at skriva søguna.

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur eydnaðist tað danska 8-mannafarinum við kvinnum at kvalifisera seg at vera við í OL kapprógvingini. Sára Maria Johansen er partur av manningini, sum nú fer at fyrireika seg til OL kappingina, sum um ólavsøkumundið verður í París.

Sára Maria er ættað av Tvøroyri, og hon rør í kenda róðrarfelagnum KVIK í Keypmannahavn.

Fýra bátar kappaðust um tvey pláss í OL. Italia var greiður vinnari, og Danmark var næstfremst. Tað var í harðari kapping á 2000 metra teininum við Kina og Týskland.

Kappingin var í Luzern í Sveis, og Danmark, sum eigur stolta OL søgu í rógving, vann luttøku í fleiri OL kappingum.

Sára Maria hevur áður vunnið HM í inniróðri á 2000 metra teininum, og síðani tá hevur málið hjá henni verið at kvalifisera seg at vera við í OL kappróðri, og tað málið hevur hon í dag rokkið.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

9 tímar síðan

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41