Ongi úrslit

Sander Hoogendoorn til Tonik

TONIK kunnger Sander Hoogendoorn við ófiltreraðum fyrilestri um sterk arbeiðstoymi

Tíðindaskriv
9 tímar síðan

TONIK kunnger nú, at altjóða kendur software-serfrøðingur og keynote-røðari Sander Hoogendoorn kemur á pall á Tonik 2026. Hann heldur fyrilesturin:

“Seven Habits of a (Mostly) Successful Team”

Hoogendoorn er kendur fyri at tosa beinleiðis og skera ígjøgnum frasur og “agile theatre” – og í staðin seta sjóneykuna á tað, sum veruliga riggar, tá arbeiðstoymi skulu menna og reka góðar loysnir.

Við støði í royndum sínum, m.a. sum CTO í iBOOD, fer hann at greiða frá sjey praktiskum vanum, sum hjálpa toymum at levera við góðsku, halda arbeiðsgleðina og menna seg støðugt. Evnini fevna m.a. um raðfesting, einfaldari skipanir og arbeiðsgongdir, sjálvstøðug arbeiðstoymi við greiðari ábyrgd, sterkari samskifti og smærri, fokuserað “microteams”.

Sander Hoogendoorn hevur yvir 30 ára royndir innan software-menning, arkitektur og agile broytingar. Hann hevur havt leiðslustørv í m.a. Capgemini, er høvundur av fleiri væl umtóktum bókum, m.a. Microservices: A Practical Guide, The Continuous Culture og This Is Agile, og hevur røtt á stórum altjóða ráðstevnum sum Microsoft TechEd, JAOO og GIDS.

Hoogendoorn er kendur fyri sína orku, sítt trúvirði og djúpa fakliga vitan, og fyrilestrarnir lata ofta áhoyrarar fara haðani við íblástri og ítøkiligum amboðum, sum kunnu nýtast beinanvegin. Við honum á skránni styrkir Tonik framhaldandi støðuna hjá Føroyum sum vaksandi depil fyri nýhugsan, kreativitet og samstarv – og gevur bæði føroyska og altjóða tøkni-umhvørvinum innihald í altjóða flokki.

Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.


Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan