Ongi úrslit

San Marino skal atkvøða um fría fosturtøku

Fólkið í lítla og sjálvstøðuga fjallalandinum í Italia, San Marino, skal sunnudagin atkvøða um, hvørs fosturtøka skal verða loyvd ella ikki loyvd 12 tær fyrstu vikurnar, eftir at kvinna er vorðin við barn

Sigurjón Einarsson
24. sepember 2021 kl. 16:25

Elsta lýðveldi í heiminum, San Marino, hevur atkvøðugreiðslu sunnudagin. Her skulu íbúgvarnir í lítla og sjálvstøðuga fjallalandinum, nakað norðarlaga í Italia, atkvøða um, hvørs tað skal verða loyvt at fremja fosturtøku 12 tær fyrstu vikurnar, eftir at kvinna er vorðin við barn

Í lógaruppskotinum stendur, at tað skal verða loyvt at fremja fosturtøku, um lívið hjá kvinnuni er í vanda, ella um hennara fysiska ella psykiska heilsa er í vanda vegna skaðar á fostrinum.

Í dag er fosturtøka í San Marino ikki loyvd – óansæð umstøðurnar. Kvinnur, sum ynskja at fremja fosturtøku, ferðast vanliga til grannalandið, Italia.

Ongar meiningarkanningar hava verið gjørdar undan fólkaatkvøðuni sunnudagin, men sambært tíðindastovuni AP, ganga tey flestu av yngra ættarliðnum í San Marino í skúla í Italia, og tey síggja fosturtøku sum eini rættindi.

Orsøkin til fólkaatkvøðuna sunnudagin er, at 3.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar. Umleið 65 prosent av hesum vóru kvinnur.

Í San Marino búgva 33.000 fólk.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

13 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41