Ongi úrslit

Samgongan ger seg inn á rættin hjá fólki at ráða yvir sínum egnu ognum

Hendan ætlanin hjá samgonguni ger størri skaða enn gagn, sigur andstøðan

Skúgvi er eitt pláss við nógvum tómum húsum. Myndna tók Ólavur Frederiksen
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:04

Ætlanin hjá samgonguni at geva kommunum heimild at áseta bústaðarskyldu, ger størri skaða enn gagn.

Tað halda tey í andstøðuni í Løgtinginum.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, fer samgongan nú at geva kommunum heimild at áseta bústaðarskyldu - men bara á nýggjum húsum og íbúðum, sum verða bygd í framtíðini.

Tað er eisini galdandi fyri bygningar, ið kommunan longu eigur, og sum hon selur til bústaðarendamál.

 Sostatt kann bústaðarskylda ikki verða lýst á hús og íbúðir, sum longu eru bygd.

Hetta er ikki loysnin - tvørtur ímóti

Men nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt ætlanina hjá samgonguni, gera bæði Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, og Miðflokkurin, greitt, at hesum taka tey ikki undir við.

Tey vísa á, at hetta er ikki tann størsti trupulleikin á bústaðarmarknaðinum - og hetta fer heldur ikki at loysa trupulleikan við bústaðarneyðini.

Tey vísa á, at endamálið hjá samgonguni er at økja um útboðið av bústøðum.

Tað halda tey, er eitt gott endamál, men tey halda ikki, at hetta er loysnin.

– Størsta trupulleikin á føroyska bústaðarmarknaðinum er, at ov lítið verður bygt, staðfesta tey.

Men tey halda, at hetta uppskotið kann hava við sær, at tað fer at verða uppaftur minni bygt í framtíðini.

– Verða tvey hús sett til sølu, har onnur húsini hava bústaðarskyldu, men hini ikki hava tað, er stórur møguleiki fyri, at húsini við bústaðarskyldu, hevur minni søluvirði enn húsini, sum ikki hava tað.

– Tað kostar líka nógv at byggja bæði húsini, og tí verður tað ikki so lætt at fáa fígging til húsini, sum hava bústaðarskyldu, siga tey í andstøðuni.

– Ein avgerandi fyritreyt fyri at fáa fígging, er, at tað ber til at selja húsini, skuldi tað hent, at eigarin ikki klárar at rinda lánið aftur.

Og júst manglandi fígging er ein av høvuðsorsøkunum til, at ov lítið verður bygt í Føroyum, siga tey í andstøðuni.

Tað merkir, at ein kommuna sum ásetir bústaðarskyldu, ger, at tað verður verri hjá fólki at fáa fígging, enn tað verður hjá fólki í eini kommunu, sum ikki hevur bústaðarskyldu.

Stóra og grundleggjandi avbjóðingin á føroyska bústaðarmarknaðinum er, at eftirspurningurin eftir húsum er størri enn útboðið, og tí er neyðugt at virka fyri, at meira verður bygt.

– Hetta uppskotið fer at hava við sær, at minni verður bygt. Uppskotið bøtir heldur ikki um trupulleikan við, at nógv hús standa tóm, tí uppskotið er ikki galdandi fyri hús, sum longu eru bygd.

Tað einasta, sum hetta uppskotið - kanska - kann bøta um, er tá ein størri íbúðarblokkur verður bygdur og har einstøkar íbúðir verða seldar.

– Tá kann tað henda, at onkur einstakur keypir nakrar íbúðir, at leiga til ferðafólk.

– Hetta kann trýsta prísin upp á øðrum íbúðum í somu sama íbúðarblokki. Og tað er sum um at hetta uppskotið er skræddaraseymað til júst hesa einstøku støðuna - og bara til hana, siga tey í andstøðuni.

Hinvegin halda tey, at tað er ivasamt, um byggiharrar í framtíðini fara at vilja byggja slíkar íbúðir, eftir at hetta uppskotið er samtykt.

– Tí kann úrslitið verða, at útboðið av slíkum íbúðum verður uppaftur minni.

Missa ræðið á sínum egnu ognum

Tey í andstøðuni vísa á, at uppskotið fer at gera seg inn á rættin hjá borgarunum, ið byggja nýggj hús, til at ráða yvir sínum egnu ognum, siga tey í andstøðuni.

Vil ein húsaeigari ikki leiga húsini út, kann hann verða revsaður við dagbótum. Tær eru 200 krónur um dagin, ella 73.000 krónur um árið.

– Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at ein húsaeigari ikki vil leiga eini hús út. Ein orsøk kann vera, at leigarin fer illa við teimum.

– Hvør hevur tá ábyrgdina av vanrøktini. Er tað eigarin, leigarin ella kommunan, sum krevur, at húsini verða leigað út, spyrja tey í andstøðuni.

Samanumtikið heldur andstøðan. at hetta uppskotið ger størri skaða enn gagn, og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

16 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42