Tað er dýrt at liva í Føroyum - og tað rakar tey lægstløntu harðast.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni í gjár.
Hann sigur, at tí verður tað neyðugt at gera tað liviligari hjá fólki - og at tryggja eitt javnari samfelag.
Sum er, økist lønargjógvin millum hálønt og láglønt alla tíðina. Og tað fer hon eisini at gera, so leingi lønarhækkingarnar verða latnar í prosentum.
– Tann leisturin gevur fólki við góðari løn, høgri lønarhækkingar enn fólk við lágari løn, fáa og sostatt økist stættarmunurin alla tíðina.
Tí vil landsstýrið broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar í heyst, so at lønarhækkingarnar, í størri mun, verða í krónum heldur enn í prosentum.
Og í heyst fer samgongan eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika mvg av av grønmeti, blæum og øðrum gerandisvørum.
– Hetta fer at gera mun – serliga hjá barnafamiljum, sigur Aksel V. Johannesen.
Fyri at fáa eitt bleytari skifti aftur til arbeiðslívið ætlar samgongan eisini at foreldur skulu kunna drýggja barsilspeningin yvir eitt longri tíðarskeið.
Somuleiðis ætlar samgongan at broyta skipanina fyri at tryggjað, at sjálvstøðug vinnurekandi ikki detta niður ímillum skipanirnar, so at tey altíð verða fevnd av barsilsskipanini.
Uppskot um tað verður lagt fyri Løgtingið í vár.
Samgongan hevur eisini sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna. Løgmaður ásannar, at tað arbeiðið hevur tikið longur tíð enn ætlað. Hann sigur, at tað er serliga tí at tað hevur verið so ófriðarligt á arbeiðsmarknaðinum við samráðingum og verkfalli.
Men hann staðfestir samstundis, at málið er ikki slept, tí hildið verður fram við arbeiðnum at stytta arbeiðsvikuna.