Ongi úrslit

"Sameina Ríkið" - yvir 100.000 í mótmælisgongu.

Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti luttók í talufrælsisfestivalinum

© Carlos Jasso / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
14. sepember kl. 18:00

Tað er undir yvirskriftini, "Sameina Kongaríkið - Talufrælsisfestivalurin", at aktivisturin Tommy Robinson heitti á fólk, at mótmæla "skipanini" í Bretlandi - og í restini av Evropa.

Hettar hendi í gjár í London, har yvir 100.000 fólk luttóku.

- Bretland sameinir seg ímóti skipanini, sum hevur miseydnast okkum øllum. Øll lond í Evropa uppliva tað sama: Okkara mentan, samleiki og kristindómur eru undir álopi, segði Tommy Robinson við DR.

- Fólk hava fingið nokk, og í dag vilja vit vísa umheimin, at Bretland er vaknað. Allir vit evropearar hava sovið í tímanum alt ov leingi, segði Robinson.

Mynd: Paul Cater, X

Eisini á røðarapallinum tók Tommy Robinson orðið í gjár.

Har tosaði hann beinleiðis til bretska forsætisráðharran, Keir Starmer:

- Kollveltingin er byrjað. Tú kanst ikki steðga tí, segði Tommy Robinson av pallinum og útgreinaði:

- Tey megnaðu at fáa okkum at tiga í 20 ár við etikettunum. "Rasistur", "Islamofob", "Ekstrem høgravendi". Tað riggar ikki longur. Kettan er lopin úr sekkinum, og tað er eingin máti at fáa hana inn aftur.

-Tann tigandi meirilutin fer ikki at tiga longur.

Tað vóru tó ikki bara bretar, sum mótmæltu í London í gjár.

Tað gjørdu fleiri politikarar og aktivistar úr USA og Evropa eisini, eitt nú formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, og helt hann eisini eina røðu

Hann var persónligt innboðin av Robinson at koma til mótmælisgonguna

- Eg eri sera ørkymlaður um gongdina, sum hendir í mun til talufrælsið um alt Evropa og Bretlandi, men eisini í Danmark, har vit hava sæð stjórnina við koranlógini, taka beinleiðis diktat úr Miðeystri, í mun til hvat eigur at vera revsivert, sigur DF-formaðurin við DR.

Eisini Elon Musk hevði viðmerkingar 

Løgreglumenn vóru álopnir við steinkasti og máttu brúka vald móti mótmælisfólkunum, skrivar løgreglan í London á X.

Mynd: EPA/Shutterstock

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

20 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20