Ongi úrslit

Sambandsflokkurin hevur í fleiri ár arbeitt og argumenterað fyri lógarfestari viðgerðartrygd.

Ingvør Skaalum, valevni fyri Sambandsflokkin
8 tímar síðan

Lógarfest viðgerðartrygd snýr seg í stuttum um at geva føroyingum, um teir gerast sjúkir, rættindi til skjóta útgreining, dygdargóða og effektiva viðgerð, umframt styttri bíðilistar.

Viðgerðartrygd merkir, at sjúklingar við kropsligum ella sálarligum avbjóðingum, hava rætt til viðgerð innan eina ásetta freist, áleið 30 dagar. Lógarfest viðgerðartrygd gevur eisini sjúklingum frælsi at velja privatsjúkrahús, um tað almenna ikki kann bjóða nóg skjóta viðgerð.

Um vit í Føroyum fáa viðgerðartrygd, so merkir hettar – skjótari til útgreining – skjótari til viðgerð – størri valfrælsi.

Føroyar eru eitt lítið land og viðgerðartrygd fer sjálvandi at seta stór krøv til politisku skipanina og heilsuverkið.  

Okkara avmarkaða tilfeingi við fakligum førleikum, fígging, útvegan av læknum og heilsustarvsfólkum gevur heilt einfalt ikki møguleika fyri viðgerðartrygd til allar sjúkur – tað má raðfestast, differentierast og effektiviserast.

Um ein skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, er neyðugt, við neyvari fyrireiking bæði fakliga og politiskt í tøttum samstarvi við heilsuverkið.

Komandi valskeið fer Sambandsflokkurin framhaldandi at arbeiða fyri viðgerðartrygd.

VEL SAMBANDSFLOKKIN

X við Ingvør Skaalum 24. og 26. mars


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57