Ongi úrslit

Sambandsflokkurin hevur greiðasta fólkatingspolitikkin

Sambandsflokkurin
24. mars kl. 12:38

Eftir kjakið í sjónvarpinum um fólkatingsvalið er tað greitt, at tað einans er Sambandsflokkurin, ið hevur ein greiðan fólkatingspolitikk.

Fleiri av flokkunum tosa um tjóðarsemju og loysing, samstundis, sum teir eisini tosa um týdningin av at vera partur av ríkinum. Teirra politikkur er sera ógreiður.

Sambandsflokkurin veit, hvat hann vil á Fólkatingi. Felagsmál hava hægstu raðfesting, verjumál mugu takast í alsamt størri álvara, og vit ræðast ikki pengar av donsku fíggjarlógini, sum kunnu gagna ríkisfelagsskapinum.

 Vit hava sum einasti flokkur eitt greitt boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin kann moderniserast.

 Vit vilja onga tjóðarsemju – vit vilja varðveita fólkatingssessin.  

Vel samhald

Vel samstarv

Vel Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01