Ongi úrslit

Russar skriva um danir á sosialu miðlunum

Vladimir Kornilov hevur 132.000 fylgjarar á Telegram, og hann hevur deilt fleiri uppsløg um hendingina í Keypmannahavn

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 18:00

Peter Møller, korrespondentur í Tv2 sigur at nakrir av mest framkomnu propagandistunum í Russlandi senda nú heilsanir til danir, eftir hendingina í gjárkvøldið við dronum yvir flogvøllin í Keypmannahavn.

Millum teirra er sjónvarpsverturin Vladimir Solovyov, sum deilir ein kryptiskan tekst við sínum 1,27 milliónir fylgjarum á sosiala miðlinum Telegram, sum ljóðar:

- Um Danmark heldur tað vera vanligt at sláa russisk sivilfólk við hondum hjá ørðum, hví kunnu vit so ikki SVARA SYMMETRISKT? Keypmannahavn hevur víst okkum, at tað ber til!

- Gud havi lov, vanligir danir eru so við og við farnir at skilja, hvørt hættisligt spæl teirra stjórn dregur teir inn í!

Teksturin er upprunaliga skrivaður av russiska politiska viðmerkjaranum Vladimir Kornilov, sum førir fram, at Russland hevur rætt til at bumba vápnaverksmiðjur uttanlands, um tær framleiða ammunitión til Ukraina.

Og Danmark hevur fyri stuttum givið ukrainska vápnaframleiðaranum "Fire Point" loyvi at seta seg á stovn í hesum landinum.

Vladimir Kornilov hevur 132.000 fylgjarar á Telegram, og hann hevur deilt fleiri uppsløg um hendingina í Keypmannahavn.

Millum annað skrivar hann, at tað helst vóru huthiarnir í Jemen, sum stóðu aftanfyri, og síðani stóð ein smiley við einum eyga, sum blinkar.

https://dimma.fo/grein/kaotiskir-tilstandir-i-kastrup-lufthavn

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57